##med2##
AB megnaði í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat at bjarga javnleiki 2-2 móti AB. Heri Hjalt Mohr gjørdist bjargingarmaðurin hjá AB. Áðrenn tað hevði Luc Michael Jeggo skora tvey mál og TB á odda 2-1, sami maður bleiv vístur av vølli í seinna hálvleiki tá bert eitt korter var farið. Bárður Olsen legði AB á odda 1-0.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge siga frá trimum av teimum fýra málunum á FM1.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hera Hjalt Mohr hjá AB, ið mátti taka til eitt langskot fyri at fáa bóltin í TB-málið.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við John Willy Wøldike hjá TB, ið harmast stórliga, at TB ikki vann hendan dystin og dystin í Fuglafirði sum eisini endaði 2-2.