AB varð á útivølli í Vestur-Sælandi og spældi ímóti Næstved. Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir máttu fara aftur til Gladsaxe við ongum stigi, og ongum máli. Dysturin endaði 1-0 til heimaliðið. Tíverri varð AB-verjan ikki árvakin við dystarbyrjan. Longu í 5. minutti fall sigursmálið hjá Næstved, sum Anders Nielsen skoraði. Vøllurin var rættiliga vátur og tungur, og tá vóru ælini ikki so fá meðan dysturin var í gongd. Hjá AB kom tað illa við at tapa. AB liggur sum nr. 5 við 24 stigum. 5 stig eru upp til 2. plássið, sum gevur uppflyting til SAS-liguna. AB hevur ein dyst eftir hesumegin nýggjár, og er talan um ein heimadyst ímóti Skive, sum liggur á einum 10. plássi við 17 stigum.










