AB tapti í Herfølge

AB var á vitjan hjá gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge í gjár, og fóru akademikarnir aftur til Gladsaxe við einum 2-0 tapi. Aftaná fyrstu 45 minuttirnar var støðan javnleikur 0-0. Tá 70 minuttir vóru spældir legði Roberto Saraiva Herfølge á odda 1-0. 2 minuttir áðrenn leiklok staðfesti Henrik Toft sigurin hjá Herfølge. Tá eitt korter var eftir kom Christian Høgni Jacobsen á vøllin. Christian Høgni hevði ein stóran møguleika at minka um munin í yvirtíðini, men tað hepnaðist tíverri ikki. Heimasíðan hjá AB heldur, at talan var um ein vánaligan dyst hjá AB. AB er nú nr. 5 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, teir hava 19 stig.