Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB spældu í kvøld dyst á útivølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini móti Hellerup.
Hellerup vann ein greiðan 3-0 sigur. Í steðginum vóru teir frammanfyri við tveimum málum.
AB er nummar seks í deildini við 19 stigum fyri 15 dystir.
AB spælir seinasta dystin í næstbestu deildini undan vetrarsteðginum um átta dagar.
Leygardagin 18. november tekur AB móti Hellerup á heimavølli.
6. og 9. desember skal AB spæla fjórðingsfinalur móti FC Nordsjællandi í steypakappingini.