Tað vakti gleði á Argjum og øsing á Skála, tá AB vann síni fyrstu Formula-stig í útidystinum móti Skála fyrr í ár. Tað lyfti argjamenn nakað, samstundis sum Skála eftir fýra umførunum var púrasta avbyrgt í botninum. Yvir seinastu 23 umførini broyttist talvan tó nakað, og tá AB fer á vøllin leygardagin er tað við vissuni um, at hetta var seinasti Formula-dysturin á hesum sinni. Samstundis verður hetta seinasti dysturin hjá Sigfríði Clementsen sum AB-venjari. Hann verður komandi árið at síggja á beinkinum hjá EB/Streymi, meðan Allan Mørkøre tekur við sum venjari hjá AB.