AB takkar Allani

Í tíðindaskrivið frá AB siga tey soleiðis:

 

»Allan Mørkøre og AB hava gjørt avtalu um, ar Allan gevst sum venjari í AB beinanvegin. Hetta hendir, nú Allan valdi at taka av øðrum venjaratilboði í B36.

 

Allan hevur verið venjari í AB í góð 3 ár. Undan tíð var hann ein av berandi kreftunum hjá besta liðnum sum leikari. Allan hevur sostatt verið við til at leggja grundarlagið undir teirri framgongd, sum AB hevur haft síðstu árini, har hæddarpunktini vóru uppflyting í Vodafonedeildina og góða úrslitið í fjør.

 

AB takkar Allani fyri gott og mennandi samstarv, og fegnast vit um, at árini á Argjum eru týðandi førningur í framtíðar venjarastarvi hansara.

 

Nú Allan Mørkøre er givin, heldur Sámal Erik Hentze fram sum høvuðsvenjari hjá Vodafoneliðnum.«