AB tók 2. plássið frá B36

Meðan KÍ-kvinnurnar eru uttanlands, hava B36 og AB bart um 2. Plássið. AB vann dystin og er harvið nú á øðrum plássi

So at siga fult umfar hevur verið í 1. deild hjá kvinnum hetta vikuskiftið. KÍ-kvinnurnar eru í Champions League-ørindum uttanlands og hava tískil ikki spælt hetta viku­skiftið.
Mest spennandi dysturin var ímillum nr. 2 og nr. 3 í Gundadali, har B36 tók ímóti AB. AB, sum var á triðja plássið, megnaði at vinna dystin 1-0 við einum máli eftir einum korteri og megnaði harvið eisini at ræna 2. Plássið frá B36.
Á heimavølli vann Víkingur 3-0 ímóti EB/Streymi, meðan Skála ongar trupulleikar hevði av B68/NSÍ og vann 5-0. Í seinasta dyst­inum vann ÍF uttan dyst ímóti FC Suðuroy, sum ikki møtti til dystin í Fuglafirði.