AB spilti seg burtur

1. DEILD: Hóast heimaliðið vann fleiri góðar málmøguleikar, so helt Víkingur tørn

Síðani summarsteðgin hevur AB av álvara fingið um endan. Nýggju donsku spælararnir hava roynst væl, og AB hevur lyft seg alt nærri heiðursmerkjaplássum og harvið uppflyting.

 

Í dag vóru teir næstbestu hjá Víkingi á Argjum, og tað endaði málleyst.

 

AB hevði í seinna hálvleiki nógvar góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Sonna Højgaard.

 

Mads Zaar og Ardit Murati høvdu góðar møguleikar í seinna hálvleiki, og tað hevði Rógvi Skála hjá heimaliðnum eisini, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.

 

Víkingur hevði góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki Fannhard Skoradal, Jónatan Lervig og Jákup Andrias Thomsen at fáa bóltin framvið Anders Ploughmann Nagel, sum í dag vardi AB málið, nú Milos Budakovic aftur er skaddur.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at AB hevur 32 stig, og at Víkingur hevur 33 stig og er næstfremst.

 

Um eina viku fer Víkingur aftur suður í høvuðsstaðin. Tá verður HB mótstøðuliðið. Um eina viku fer AB at spæla á Skála.