AB spælir við 10 monnum

Reyða kortið fekk AB-spælarin fyri hevnisøku, og so er greitt, at brekkan verður tung hjá Argjamonnum, sum annars hava møguleikan at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna, um teir vinna dystin.

B71 spælir hinvegin fyri at sleppa heilt úr nøkrum vanda, og tí er lítið at ivast í, at teir fara at leggja enn meira trýst á eftir steðgin.