AB snávaði í oddastrínum

AB hevði stóra yvirvág fyri steðgin, men megnaði bert at fáa tað eina málið. VB kom sterkt aftur í seinna hálvleiki og vann at enda greiðan sigur

AB misti eitt stórt fet í oddastríðnum, tá argjamenn snávaðu í Vági. AB-arar dylja ikki fyri, at liðið vil spæla um uppflyting í hesum árinum, men langt er nú upp til ÍF á fyrsta plássi. VB fór við teimum trimum stigunum og fór eisini framvið AB í stigatalvuni.
Tað var annars AB, sum hevði tamarhald á støðuni fyri steðgin. Liðið skapti fleiri góðar málmøguleikar, men útiliðið megnaði ongantíð at gera sær veruliga dælt av einum illa leikandi VB-liði.
Pætur Dam Jacobsen legði annars AB framum í fyrra hálvleiki. Hann fekk bóltin á egnari hálvu og setti síðani ferð á og rak alla VB-verjuna av, áðrenn hann sendi bóltin framvið málverjanum.
AB hevði tveir aðrar sera stórar málmøguleikar fyri steðgin. Jan Jørgensen skallaði á yvirleggjaran, og Bogi Midjord gjørdist ta einu ferðina púra leysur á málteiginum, men AB hevði hvørki hepni ella hegni til at gera sær dælt av hesum báðum málmøguleikunum.

VB hamskift
Tað var eitt heilt annað VB-lið, sum kom á vøllin eftir steðgin, meðan AB var heilt fyri ongum. Jón Gærdbo javnaði einar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá hann setir fótin á eitt innlegg úr høgru.
VB legði nú trýst á AB-málið, og tað gav eisini bonus nakað seinni. Bergur Vinther gjørdist leysur við málverjanum, men valdi heldur at spæla ein púra leysan Elian Hansen, sum lættliga kundi leggja VB framum 2-1.
Niklas Ludvig skoraði seinasta málið við einum frísparki. Bólturin bar við verjugarðin og snýtti soleiðis málverjan.
VB fór við sigrinum tvey pláss uppeftir stigatalvuni, og næstbesta liðið hjá vágbingum liggur nú á triðja plássi beint frammanfyri TB. AB datt hinvegin heilt aftur á fimta pláss, og tað munnu argjamenn ikki vera serliga nøgdir við.

VB-AB 3-1 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen
1-1: Jón Gærdbo
2-1: Elian Hansen
3-1: Niklas Ludvig