AB skrivar sáttmálar við tveir útlendingar

Brøðurnir Ardit og Adis Murati fara eisini í 2022 at umboða AB

Mynd: Argja Bóltfelag

Í gjárkvøldið var AB søgan her á in.fo, at felagið hevur skrivað sáttmála við Róa Zachariasen, sum seinastu árini hevur verið málverji hjá EB/Streymi.

 

Tann søgan er álítandi, hóast hon ikki enn er váttað av Argja Bóltfelag.

 

Í kvøld skrivar AB, sum í heyst tryggjaði sær uppflyting og næsta ár fer at spæla í bestu deidini, at felagið hevur skrivað sáttmálar, sum eru galdandi í 2022, við brøðurnar Ardit og Adis Murati.

 

AB skrivar soleiðis:

 

Ardit og Adis vóru tveir av fýra donskum leikarum, sum í summarsteðginum styrktu okkara lið. Teir vunnu sær báðir fast pláss beinanvegin og áttu ein týðandi leiklut í, at tað eydnaðist okkum at flyta upp í bestu deildina at spæla í komandi kappingarári.


Ardit Murati er 21 ára gamal og hevur spælt á álopskenda miðvøllinum, síðani hann kom til felagið. Hann er ein sera íðin og rennisterkur leikari. Í síðstu umførunum eydnaðist tað honum eisini at fáa hol á málskjótingina, og hann skoraði trý mál.


Adis Murati er tvey ár yngri, 19 ára gamal, og hevur spælt mitt á miðjuni, síðani hann kom til felagið. Talan er somuleiðis um ein arbeiðssaman og tekniskt sterkan leikara.


Felagið fegnast um at hava fingið tveir týðandi brikkar upp á pláss til komandi kappingarárið og ynskir donsk-albansku beiggjunum til lukku við nýggju sáttmálunum, skriva tey í Argja Bóltfelag í kvøld.

 

Mynd: Argja Bóltfelag