Í gjárkvøldið vóru fýra dystir í næstbestu deildini. Tann síðsti í hesum umfarinum er í dag. Hann er á Sandi, har fyrsta bríksl millum B71 og teir næstbestu hjá AB var klokkan 15.
Merkisvert er tað, at Bjarti Vitalis Mørk í dag verjir málið hjá næstbesta AB liðnum. Besta liðið hjá AB hevur spælt 18 dystir, og í níggju teimum seinastu hevur Bjarti Vitalis Mørk verið málverj hjá besta liðnum.
Í níggju teimum fyrstu dystunum hjá besta liðnum var Silas Eyðsteinsson málverji. Síðani hevur hann verið eykamálverji á besta liðnum og málverji á næstbesta liðnum.
Nú letur tað til, at tað verður Silas Eyðsteinsson, sum fer at verja málið í morgin, tá ið besta liðið hjá argjamonnum í morgin klokkan 15 fer at spæla á heimavølli ímóti TB.