AB skal spæla á Sandi

Argjamenn hava á Vágseiði í dag kvalifiserað seg til fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. AB vann 2-1 ímóti VB/Sumba.

Nýggi AB spælarin, Rúni Elttør, setti hol á fyri AB, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki.

VB/Sumba javnaði, og tá ið tað ikki vórðu skorað fleiri mál, var neyðugt við longdari leiktíð.

Fyrsta korterið kom einki mál, men tá ið tveir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki í longdu leiktíðini skoraði Magnus Jakobsen sigursmálið fyri AB. Argjamenn skulu 2. páskadag aftur út at ferðast. Tá skulu teir í fjórðingsfinaluni spæla á Sandi.