Trygvi Mortensen hevur sagt spælarunum á Argjum farvæl. Tað hevur ljóðað, at argjamenn hava verið í samráðingum við Trygva Mortensen, sum hevur verið venjari hjá AB í ár, men tað verður at síggja til ikki til nakað.
AB skal komandi ár spæla í 1.deild, eftir at liðið í ár datt niður í millum og ikki kláraði at bjarga sær. Nakað, sum annars hevur eydnast seinnu árini.
Tað ljóðar, at Sorin Anghel er eitt boð upp á nýggjan venjara. Hann hevur enn ikki longt sáttmálan við Víking og hevur eina fortíð í AB. Hann hevur bæði verið spælari, hjálparvenjari og venjari hjá 1.deild.










