Eingin ivi tykist vera um, at tað eru betri líkindi at spæla fótbólt í Vika á Argjum í dag, enn líkindini vóru leygardagin, tá ið tað var neyðugt at avlýsa.
AB eigur seinnapartin heimavøll fyri síðstu ferð í ár. Um tað ikki eydnast at vinna ímóti Skála, so er tað rættiliga sannlíkt, at hetta verður síðsti heimadysturin í hesum umfarinum.
Í síðsta umfari skal AB spæla á Eiði. Um tað eydnast at vinna í dag, so verður talan um finalu leygardagin í Hólmanum.
Hjá AB er Mikkjal T. Hentze leikbannaður, meðan Bjarki C. Nielsen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið plágaður av skaða í hondini.
Í fjør vann Skála sætta plássið við 33 stigum. Skála er á sætta plássið, men tað er ikki møguligt at røkka 33 stigum, tí undan tveimum teimum seinastu umførunum hevur Skála 26 stig.
Avbjóðingin hjá venjaranum, Eyðuni Klakstein, er at fáa spælararnar at vísa tann viljan, sum AB spælararnir heilt víst fara at vísa, tí teir eru illa sperdir í botnstríðnum.
Ahmed Mujdragic og Brian Jakobsen eru leikbannaðir. Jákup Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbann, og Heðin Klakstein er so mikið skaðadarvaður, at hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu.
AB – Skála: Lars Müller kl. 16.30.