1. deild: Eftir javnleik í 1. hálvleiki vann AB 2. hálvleik sannførandi á EB/Streymi. Eftir trý umfør hevði EB/Streymur fulla úrtøku. Síðani hava teir í Sundalagnum einki stig vunnið, og í dag vórðu teir sendir av Argjum við 5-2 tapi.
Gongdin í 1. hálvleiki bendi ikki á, at talan skuldi verða um trivaligan heimasigur.
Bjartur Kjærbo Dam legði beinanvegin AB framum, men EB/Streymur svaraði væl og virðiliga aftur, tá ið Esmar Eiðisgarð javnaði, og Allan Hansen legði EB/Streym framum. Hetta var fýra minuttir undan hálvleiki, og tveir minuttir seinni javnaði AB miðvallarveteranurin Milan Kuljic, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Milan var feldur í brotsteiginum.
Tað stóð á jøvnum, inntil stórt korter restaði. So skoraði Nicolaj Eriksen tvær ferðir, og Jónas Stenberg staðfesti 5-2 AB heimasigurin.
AB tapti í 3. umfari á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og í 4. umfari var tað kiksari, tá ið AB tapti 1-0 í Gundadali ímóti HB.
Hinar fýra ferðirnar hevur AB vunnið fulla úrtøku, og tí er uppflytingarplássið ikki so langt burtur.
Støðan eftir seks umfør
FC Suðuroy 16
NSÍ 15
TB 13
AB 12
EB/Streymur 9
Skála 7
FC Hoyvík 7
HB 6
Víkingur 2
07 Vestur 0
7. umfar
Týsdagin 17. mai
Víkingur-07 Vestur
FC Hoyvík-Skála
TB-FC Suðuroy
EB/Streymur-HB
AB-NSÍ