Talan er um 21 ára gamla Daniel Marcin Szymanski úr Póllandi, sum kom til landið í gjár. Hann er teknsikur og skjótur áleypari, sum fær høvið at royna seg komandi dagarnar á Argjum. Hann hevur spælt við Mieszko Gniezno í triðju deild í Póllandi.
AB skal millum annað spæla móti HB í morgin. Væntandi verður Daniel Marcin Szymanski við tá. Tað er ógreitt hvussu leingi póllendingurin verður í landinum, men tað tykist greitt, at AB gjarna vil hava ein loysn upp á álopstrupulleikarnar í felagnum.
Í fjør var Ahmed Keita álitið í álopinum, men mangan vóru avrikini undir miðal. AB hevur síðani kappingarenda leitað eftir einum nýggjum áleypara. Millum annað var áhugi fyri Poul Ingason.