AB roynir útlendskan risa

Argjamenn fáa í kvøld ein áleypara til venjing, sum er næstan tveir metrar

Uppflytarnir av Argjum fara komandi dagarnar at royna næstan tveir metra høga Ivan Knezevic, sum kemur úr Montenegro. Hann verður lýstur sum sokallaður “target-maður”, sum er sterkur í luftinum og klárar at halda verjuspælarum vekk.

 

Argjamenn hava bara fingið tilgongd av Árna G. Olsen og Tóka av Lofti til hetta kappingarárið. Sum skilst, so hava argjamenn verið eftir millum annað Jón Krosslá Poulsen og Ndende Adama, sum báðir endaðu í 07 Vestur.

 

Serliga í álopinum er tunt hjá argjamonnum. Felagið hevur roynt at funnið ein álopsspælara, og nú er líkt til at hann er funnin. Ivan Knezevic hevur spælt í russiskum, rumenskum og teilendskum fótbólti, umframt í fleiri førum í heimlandinum, Montenegro.

 

Tað ljóðar av Argjum, at sáttmáli verður gjørdur við áleyparan. Hóast líkindini fyri at venja í kvøld er avbjóðandi, so er talan í minni mun um royndarvenjing, men meiri at gera eina avtalu við spælaran. AB vann 1.deild í fjør.