AB roynir dana

22 ára gamli Martin Nielsen skal í hesi vikuni royndarvenja við AB. Tað skrivaði Dimmalætting í gjár. Martin Nielsen er sáttmálabundin við Thisted í donsku 1. deild, har hann hevur røkt sessin sum álopskendur miðvallari ella sum áleypari. Nevndin í AB hevur áður sagt, tey vilja styrkja við einum 2-3 spælarum afturat Allani Mørkøre, sum longu hevur gjørt sáttmála við felagið.