AB á ránsveiðu í HB

Millum leikararnar, ið eru farnir úr AB eru Tórður Thomsen, sum hevur skift til HB og Stig-Roar Søbstad, sum skifti til B36. Eisini Alex Mellemgard, Jobin Drangastein og Tummas Justinussen gevast í AB til seinnu hálvu í kappingini, tí teir skulu niður á fótbóltsskúla.

 

Fyri at fylla holini eftir teimum, hevur AB verið hjá granninum úr HB og leita sær styrk. Fyrst komu Thomas Juul Thomsen og Tróndur Sigurðsson. Nú boðar heimasíðan hjá AB frá, at AB eisini hevur gjørt sáttmála við Ingvard Vang og Yohan Andres Borðoy, sum báðir hava spælt við 1.deildarliðnum hjá HB í ár.

 

AB skal týsdagin 27. juli spæla ímóti EB/Streymi á heimavølli. Tað er fyrstu ferð at nýggi grasslíkisvøllurin á Argjum verður tikin í nýtslu.