AB og Víkingur býta um heimadyst

Ì samband við, at AB, sum spælir í 1. deild skal møta EB/Streymi úr vodafonedeildini í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, hevur AB í samráði við Víking býtt um uppá ein landskappingardyst í 1. deild, har Víkingur upprunaliga skuldi hava heimavøll.

 

Dysturin verður spældur úti í Vika á Argjum, fríggjakvøldið 20. apríl klokkan 18. Dysturin skuldi upprunaliga spælast í Leirvík, leygardagin 21. apríl.

 

3. juni fær Víkingur so heimadyst ímóti AB í 11. umfari í 1. deild.

 

Flaggdagin, mikudagin 25. apríl spæla AB og EB/Streymur fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið úti á Argjum. Dysturin byrjar klokkan 17.

 

Fjórðingsfinalan millum AB og EB/Streym varð sett til klokkan 15, men vegna flaggdagshald er hon flutt til klokkan 17.