Argjamenn máttu í fjør ta tungu leið niður í næstbestu deildina eftir tvey ár í Vodafonedeildini, men alt bendir á, at teir vilja uppaftur beinanvegin. Higartil hava teir so gjørt sítt, tí teir hava vunnið báðar dystirnar higartil, og leygardagin var tað uppflytararnir av Skála, sum stóð fyri skotum, tá AB var og vitjaði.
AB vann dystin 2-0, við einum máli í hvørjum hálvleiki. Fyrst skoraði Milan Kuljic miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og mitt í seinna hálvleiki setti Alex Mellemgaard punktum við hornasparki, sum hann sendi beinleiðis í málið. Ikki júst nøkur ynskibyrjan hjá Skála, ið enn eigur fyrsta stigið til góðar í ár.
TB, sum eisini liggur framvið, vann ein tryggan 3-0 sigur á teimum næstbestu hjá Víkingi. Ikki so langt undan steðginum gjørdi Hanus Mortensen sær dælt av, at málverjin hjá Víkingi feilmetti eitt hornaspark. Tað sama endurtók seg, tá Tórur Mortensen 10 minuttir inn í seinna hálvleik økti til 2-0 – við hondini til hjálpar, vildu skálamenn vera við. Og í yvirtíðini staðfesti Rógvi Joensen sigurin.
Stórsigur í Vági
FC Suðuroy er triðja liðið, ið er væl fyri á stigatalvuni og hevur møguleika at flyta upp. Fyri aðru ferð spældi liðið á heimavølli ímóti einum av teimum næstbestu, og hesa ferð fekk HB ein 5-0 ósigur við sær norður um Suðuroyarfjørð.
Her var longu mestsum alt avgjørt, tá hálvur tími var farin, tí tá høvdu Poul N. Poulsen, nýggi David Asare og Kári í Lágabø skotið hvør sítt mál, so FC Suðuroy var á odda 3-0. Ikki fyrr enn ímóti endanum fekk heimaliðið aftur hol á, tá Teitur Tausen økti til 4-0, og fýra minuttir fyri tíð staðfesti Poul N. Poulsen sigurin við sínum næsta máli, tá hann setti brotsspark í málið.
Umframt tey trý nevndu oddaliðini – AB, TB og FC Suðuroy – hevur eisini næstbesta liðið hjá EB/Streymi seks stig. Hesa ferð spældu sundalagsmenn á útivølli í Sørvági ímóti 07 Vestur, og EB/Streymur vann 3-0. Øll málini komu fyri steðgin, tá Arnar Dam skoraði tvær ferðir og Jónstein Magnussen smoygdi eitt mál ímillum. Annars var Pauli G. Hansen aftur at síggja á vøllinum, og tað man bara vera ein spurningur um tíð, til hann hevur formin, so hann styrkir um miðvøllin hjá besta liðnum hjá EB/Streymi.
NSÍ fór við øllum
FC Hoyvík er eisini eitt av liðunum, ið teoretiskt kann flyta upp, men enn sær so einki út. Hesa ferð vóru hoyvíkingar í Runavík, men fingu einki við sær heimaftur, tí NSÍ vann dystin 3-1. Runavíkingar fingu ein spælara útvístan ímóti endanum, men heldur ikki tað gagnaði FC Hoyvík nakað, og enn eiga hoyvíkingar síni fyrstu stig til góðar.
Eddie Mikkelsen fekk eitt korter inn í dystin víst, at veteranurin enn finnur meskarnar, men 10 minuttir fyri steðgin javnaði Sunnleif J. Midjord fyri FC Hoyvík. Í seinna hálvleiki komu tvey mál aftrat, sum heimaliðið átti bæði, tá fyrst Árni Frederiksberg skoraði næstan beinanvegin, áðrenn Viggo Hansen tíggju minuttir fyri dystarlok setti punktum.