AB og B71 spiltu spælið fyri hvørjum øðrum

1. DEILD: Tað endaði javnt, tá ið B71 og AB í seinna hálvleiki skoraðu hvør sítt fína mál í góðveðrinum inni í Dal

Tað eydnaðist hvørki B71 ella AB at styrkja um sína støðu í tættu og spennandi kappingini, sum er um at vinna uppflyting í bestu deildina.

 

Úrslitið í góðveðrinum var 1-1. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Eftir fínt uppspæl var tað Julian Frankiesson, sum í 63. minutti legði B71 á odda. Fagnaðurin var stórur millum eldhugaðu áskoðararnar í heimaleguni, men bara tríggjar minuttir seinni var 1-1. Tað var Rógvi Skála, sum við fínum skoti setti bóltin í málið.

 

Úrslitið ber við sær, at  B71 hevur 38 stig, og at AB hevur 36 stig. Úrslitið í dag man vera kærkomið í Suðuroy. FC Suðuroy og TB, sum hava ávikavíst 39 og 35 stig, hittast í Vági seinnapartin í morgin.

 

Í dag vístu báðir partar fínan hugburð. Tað varð lagt nógv fyri í nærdystunum, og spælararnir arbeiddu nógv. B71 fekk fyrri tak á spælinum, meðan AB var meiri varðið fyrstu løtuna. Mohammed Yakubu varð púra leysur innanfyri AB verjuna, men Jesper Christian Sørensen í AB málinum bjargaði væl.

 

AB fótaði sær, og fram ímóti steðginum vóru tað onkrar vandamiklar støður eftir hornaspark, og heimaverjan bjargaði einaferð á málstrikuni.

 

Eftir at málini vórðu skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki, vóru tað spentar støður í báðum endum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið.

 

Dystirnir hjá B71 fram ímóti kappingarenda eru TB (ú), HB (h) og KÍ (ú).

 

Dystirnir hjá AB fram ímóti kappingardenda eru Víkingur (ú), FC Suðuroy (h) og HB (ú).

 

##med2##

 

B71 – AB 1-1 (0-0)

 

1-0: Julian Frankieson Knudsen 63.

 

1-1: Rógvi Skála 66.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

 

 

NSÍ – KÍ 0-3 (0-2)

 

0-1: Dávid B. Andreasen 26.

 

0-2: Dan í Soylu 40.

 

0-3: Dan í Soylu 51.

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

 

 

Víkingur231265552842
FC Suðuroy221093452839
B71241086352738
B36221075412937
AB24996432636
TB238114322135
NSÍ247710334228
248313274527
FC Hoyvík234613184418
HB232615236212

 

Leygardagin

 

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 19.30

 

Sunnudagin

 

FC Hoyvík – Víkingur: Alex Troleis kl. 17.00

 

FC Suðuroy – TB: Høgni Madsen kl. 15.00

 

##med3##