AB og 07 Vestur taptu

Hvørki av oddaliðnum í 1.deild hjá monnum megnaðu at vinna í gjár. AB tapti í Leirvík fyri Víkingi II, meðan 07 Vestur tapti á heimavølli fyri teimum næstbestu hjá HB. B71 og Skála vunnu sínar dystir, men eru enn nakað frá oddinum.

 

Argjamenn komu í eitt satt ódnarveður í Leirvík í gjár. Longu aftaná fyrsta hálva tíman vóru vertirnir á odda 3-0. Per Gregersen, Jan Poulsen og Bárður J. Hansen skoraðu málini.

 

Tá so Alex Mellemgaard tíggju minuttir fyri hálvleik megnaði at minka um munin, so svaraðu Víkingarnir aftur alt fyri eitt við máli, sum Martin Olsen skjeyt. Støðan í hálvleikinum var sostatt 4-1 til Víking II.

 

Í seinna hálvleiki trýsti AB og kom fram til fleiri málmøguleikar, men bara tí einu ferðina eydnaðist at fáa mál burturúr, tá Mikkjal T. Hentze skoraði eitt lítið korter fyri tíð. Vertirnir vóru meiri trýstir í seinna hálvleiki, men hóttu allatíð við skjótálopum.

 

Á Dungasandi megnaði 07 Vestur ikki at taka av møguleikanum og leggja seg á odda í 1.deild. HB II var á vitjan og fór til havnar við øllum trimum stigunum. Hendrik Rubeksen legði HB á miðskeiðis í seinna hálvleiki og Tróndur Jensen staðfesti sigurin við máli stutt fyri tíð.

 

Á Sandi var B68 II á vitjan og fór heimaftur við einum 4-0 tapi. Finn Erik Thomsen og Marcus Klementsen løgdu heimaliðið á odda tíðliga í dystinum. Bakari Bojang økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki og staðfesti sigurin tjúgu minuttir fyri tíð.

 

Skála vann somuleiðis ein tryggan heimasigur. Teir vunnu 3-0 á grannunum úr NSÍ II . Brian Jacobsen skoraði tvey, meðan Jógvan Berg skoraði hitt.

 

Fimti dysturin í 1.deild varð spældur fríggjakvøldið, tá næstbestu liðini hjá KÍ og EB/Streymi møttust í Klaksvík. Johan Jacobsen og Heðin Klakstein skutu bæði málini hjá klaksvíksingum í 2-0 sigrinum.

 

Argjamenn eru framvegis fremstir við 27 stigum, meðan 07 Vestur hevur 25 stig á øðrum plássið. Stigatalvan hjá 1.deild monnum kann síggjast við at velja “1.deild” í teiginum í stigatalvuni til høgru fyri greinina.

 

1.deild menn:

 

Víkingur II – AB 4-2

07 Vestur – HB II 0-2

B71 – B68 II 4-0

Skála – NSÍ II 3-0

KÍ II – EB/Streymur II 2-0