Oddaliðini í 1. deild, AB og 07 Vestur komu aftur á slóðina í dag.
AB vann ein knúsandi 7-1 sigur á B68 á Svangaskarði á Toftum. Støðan í hálvleikinum varð 2-0 til AB. Bjartur Kjærbo skeyt bæði málini hjá AB í fyrra hálvleiki við stuttum millumrúmi. Tummas Justinussen økti til 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Løtu seinni skoraði Jobin Drangastein tvey mál. Ramon Højgaard minkaði um munin til 1-5, meðan Nicolai Eriksen og Ebbe Kristinn Thomsen staðfestu stórsigurin hjá AB.
Tað stóð á gomlum nøglum hjá 07 Vestur í Leirvík í dag. Emil Mikkelsen legði 07 Vestur á odda stutt undan steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Heðin Hansen fyri Víking. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Jákup S. Olsen 07 Vestur á odda 2-1, men tað gekk bert ein lítil løta, so hevði Ingi Sørensen javnað til 2-2. Stutt undan dystarloki gjørdist Emil Mikkelsen stóra hetjan hjá 07 Vestur, tá hann skoraði sigursmálið til 3-2.
Brian Jacobsen gjørdist hetjan hjá Skála í dag, tá hann við tveimum málum í seinna hálvleiki tryggjaði Skála ein 2-1 sigur ímóti EB/Streymi við Margáir í dag. Ólavur Ejdesgaard legði EB/Streym á odda, tá ein hálvur tími varð farin av dystinum.
Ígjár vunnu teir næstbestu hjá NSÍ 2-0 á B71. Viggo Johannesen og Albert Róin Johannesen tryggjaðu NSí sigurin ímóti dystarenda.
Støðan :
1. AB 30 stig
2. 07 Vestur 28 stig
3. Skála 20 stig
4. Víkingur 19 stig
5. HB 17 stig
6. B71 17 stig
7. KÍ 13 stig
8. EB/Streymur 11 stig
9. B68 11 stig
10. NSÍ 6 stig