AB-NSÍ 1-5: Hoyr málini og liðskipararnar (FM1)

(FM1) Hoyr liðskipararnar, Bárður Olsen (AB) og Klæmint A. Olsen (NSÍ) seta orð á greiða sigurin hjá NSÍ á Argjum í dag

##med2##

NSÍ er oddalið í Betrideildini hjá monnum, ið hvussu er til mikukvøldið tá KÍ og B36 spæla ein útsettan dyst við Djúpumýrar í Klaksvík.

Seinnapartin vann NSÍ greitt 5-1 á AB aftaná AB hevði verið á odda 1-0. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1, men enn einaferð spældi NSÍ ein orkufullan seinna hálvleik, ið er vørumerkið hjá liðnum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum sum komu í dystinum millum AB og NSÍ.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AB, Bárður Olsen sum slær fast, at tað er alt annað enn nøktandi, at AB fellir saman í seinna hálvleiki og tapir so stórt.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan og tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum hevur higartil skotið 21 mál í landskappingini í ár. Klæmint A. Olsen er ikki so heitur uppá, at tað eru íslendsku bommini frá Guðjóni Tórðarsyni, høvuðsvenjara sum gera tann stóra munin tá hann og liðfelagarnir bumba málini inn.

##med3##

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Guðjón Tórðarson, ið brúkar íslendsk bomm til at motivera spælararnar hjá sær til at skjóta nógv mál. 

 

(AB-NSÍ 1-5: Hoyr málini og samrøður við liðskipararnar)