AB noyddist úr Gundadali við ongum

Argjamenn fóru sum av torvheygum úr Gundadali og út um ánna, og vágamenn tóku seg við sigri í Klaksvík inn á aftur toppliðið

AB er framvegis oddalið í næst­bestu deildini hjá monnum, men argjamenn hava ikki longur fult stigatal. Í gjár var oddaliðið í Gundadali, har væl mannað HB lið vann 1-0. Høgni Midjord skoraði sigursmálið longu í 8. minutti.
Stigatalvan sigur, at tað hevur ikki verið so sannførandi hjá HB tey fyrstu umførini, og tí kundi sigurin tykjast óvæntaður. Men royndirnar við HB eru, at tað ber illa til at rokna út, hvussu liðið fer at síggja út og harvið hvussu mótstøðan verður. Hesa ferð var HB liðið væl mannað, og tað var einki forgjørt í tí, at heimaliðið vann fulla úrtøku og harvið togaði seg upp úr botninum.
07 Vestur var í Klaksvík, og tað sá leingi út til, at heimaliðið skuldi vinna. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti KÍ um leiðsluna, sum klaksvíkingar høvdu vunnið sær heil tíðliga. Men 07 Vestur svaraði dyggiliga aftur við síðsta stóra korterið at skora fimm mál.
Skála snávaði á Svangaskarði, har heimaliðið javnaði til 1-1 í síðsta minutti. Sandoyingar tykjast vera komnir fyri seg. Hóskvøldið endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti HB, og í gjár vunnu teir 2-1 í Leirvík ímóti Víkingi.
Illa sperda NSÍ var um reppið at vinna úrtøku við Margáir, har Arnar Dam skoraði bæði málini hjá heimaliðnum í 2-1 sigrinum. Sigursmálið varð skorað í síðsta minutti, tá ið EB/Streymur orsaka av útvísing var undirmannað.
Úrslitini hesa ferð bera við sær, at nú er KÍ á niðurflytingarplássi, men tað er tætt, tí tað er bara eitt stig frá 9. og fram á 6. plássið.