Sjálvt um tað sá svart út í byrjanini, eydnaðist tað AB at venda øllum, tá B36 í dag var á vitjan.
Gestirnir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, fyrst við máli frá Lukasz Cieslewicz, tá góðir tíggju minuttir vóru leiktir, og nakrar fáar minuttir seinni økti Jákup á Borg til 2-0 við brotssparki.
Hetta fekk tó ikki argjamenn til at fella í fátt, tvørturímóti, tí teir vendu gongdini og í seinasta minutti áðrenn steðgin, minkaði Dion B. Splidt um munin til 1-2.
Hevði B36 verið omaná í fyrra hálvleiki, vóru tað argjamenn, sum vóru omaná í seinna hálvleiki, og tað gav úrslit, tá eitt korter restaði í. Karstin Højgaard skoraði útjavnandi málið, men heldur ikki hetta fekk heimaliðið til at helma í.
Sjálvt um fortreytirnar broyttust til tað verra, tá Sorin Anghel fekk seinna gula kortið, eydnaðist tað at trýsta B36 so mikið, at tað at enda eydnaðist hjá heimaliðnum. Ein AB-ari var á veg til at gerast leysur, tá Tórður Thomsen kom út um brotsteigin og tók bóltin við hondini, og sjálvt um bólturin fór í málið, valdi dómarin at bríksla, geva málverjanum reytt kort og AB fríspark.
Lagið var kanska ikki so gott á Argjum, um hesa avgerð, men tað batnaði ógvuliga nógv, tá Dion B. Splidt við sínum næsta málið smekkaði frísparki beinleiðis í netið til 3-2, til bara fjórða sigurin hjá AB í ár.
Nú hevur AB bara eitt stig upp til Víking á áttanda plássi, men Víkingur hevur spælt ein dyst minni enn AB.
AB-B36 3-2 (1-2)
11.: 0-1 Lukasz Cieslewicz
19.: 0-2 Jákup á Borg
45.: 1-2 Dion B. Splidt
74.: 2-2 Karsten Højgaard
92.: 3-2 Dion B. Splidt