Predrag Markovic hevur frammanundan spælt við TB, Skála og B71, har hann hevur verið tvey ár á hvørjum stað. Nú skal hann komandi árið vera á Argjum, og tað passar honum eisini væl, tí kona hansara hevur arbeiðið í høvuðsstaðnum og bæði búgva í Havn.
Síðstu vikurnar hevur Predrag vant við AB, og burtur úr tí er nú komin sáttmálin, ið varð endaliga avgreiddur í gjárkvøldið. Sambært AB-heimasíðuna heldur hann, at AB hevur eitt ungt lið við stórum potentiali, og at hann gleðir seg at vera partur av hesum liðnum.
Umframt at verja málið hjá AB í 1. deild, skal Predrag Markovic eisini vera málmansvenjari hjá øllum málverjunum hjá felagnum í yngru deildunum.
– Tað er óføra gott fyri yngru málverjarnar, at vit hava fingið ein málmansvenjara burturav til teirra. Hetta er eitt stórt framstig fyri felagið, og verður gott fyri allar okkara málverjar, sigur Andrass Drangastein, formaður í AB, við heimasíðuna hjá felagnum.










