AB missir málsøknan leikara

Ein av stuðulsleikarunum hjá AB spælir ikki við tær næstu vikurnar

Tað hevur ikki gingið væl hjá AB í ár. Aftaná 15 umfør í Effodeildini er framvegis ikki eydnast hjá argjamonnum at vinna ein dyst. Av tí sama er liðið undir niðurflytingarstrikuni, har fimm stig eru upp til bjargingina.

 

Næstu vikurnar má Sámal Erik Hentze, AB-venjari, eisini finna nýggjan mann at verja málið. Málsøkni málverjin, Heðin Stenberg, er blivin skaddur.

 

- Eg havi brotið tveir fingrar í vinstru hond. Skaðin hendi í samband við eina skotvenjing til venjing mánakvøldið. Talan var tó um eitt hendiligt óhapp, sigur Heðin Stenberg í viðmerking.

 

Um steypakappingin verður tald við hevur AB skorað 16 mál hetta kappingarárið. Heðin Stenberg hevur verið óvanliga málsøkin fyri ein málverja, og hevur hann skorað heili tvey mál hetta kappingarárið. Hetta merkir, at AB missir sín triðmest skorandi leikara hetta kappingarárið. Bara Jógvan Skeel Nolsøe og Álvur Christiansen hava skorað fleiri mál enn Heðin Stenberg fyri AB hetta kappingarárið, um málini frá bæði steypa- og landskappingini verða tald við.

 

Heðin Stenberg væntar, at hann ikki kann spæla aftur fyrr enn um fýra-seks vikur.