AB missir enn ein leikara til lesnað

Akademikararnir á Argjum missa enn ein leikara, sum fer uttanlands í lestrarørindum.

Í Danmark spælir eitt felag í næstbestu donsku deildini, sum eitur AB. Hetta stendur fyri Akademikernes Boldklub. Í føroyskum fótbólti stendur AB fyri Argja Bóltfelag, men spurningurin er, um AB á Argjum ikki eins væl hevði kunnað staðið fyri Akademikernes Boldklub.

 

Onki óvanligt er í, at ungir føroyingar leita sær út um landoddarnar at útbúgva seg. Øll fótbóltsfeløgini kenna helst til, at tey missa leikarar, tí at teir fara av landinum í lestrarørindum, men á Argjum hava tað verið óvanliga nógvir leikarar seinastu árini, ið eru farnir av landinum í hesum ørindum.

 

Undan hesum kappingarárinum misti AB Hørð Mohr, Beinir Ellefsen, Kristin Restorff Mouritsen, Andras Brixen, Dion Splidt og Rógva Poulsen, ið allir fóru av landinum í lestrarørindum. Gamaní er Dion Splidt komin heim eftir loknan lestur, og eisini spæla Rógvi Poulsen og Andras Brixen á besta liðnum, meðan teir eru heima, samstundis sum Hørður Mohr og Beinir Ellefsen taka eitt tørn á næstbesta liðnum, áðrenn teir fara av stað aftur, tí at útbúgvingin kallar. Men ongir av hesum leikarum spæla eitt fult kappingarár við AB í núverandi støðu.

 

Nú er greitt, at AB missir enn ein leikara, tí at viðkomandi fer at útbúgva seg. Talan er um 23 ára gamla miðvallaran, Árna Guldborg Nielsen, ið vit eisini kenna sum formann í Ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum og valevni til farna løgtingsval, sum er ímillum gløggu heilarnar, ið skulu víðka um sjónarringin á Copenhagen Business School komandi árini.

 

Skúlagongdin hjá Árna Guldborg Nielsen byrjar 1. september, og tí verður dysturin ímóti B68 á Argjum 21. august helst tann seinasti, sum miðvallarin, ið upprunaliga er úr B36, spælir við AB á hesum sinni.