AB ímóti Spania

- Hetta er ikki sum føroyska fótbóltslandsliðið, tá teir spæla móti Týsklandi. Munurin er størri. Kanska um AB spældi móti Spania, sigur Pætur M. Dahl, landsliðsvenjari í tennis, um føroysku luttøkuna á Oyggjaleikum

Hóast umstøðurnar ikki eru nakað at reypa av í Føroyum, so hevur Havnar Tennis Felag avgjørt at senda fimm mans avstað til Bermuda. Teir eru Jón Brekku, Martin Nolsøe Simonsen, Pætur Marjunarson Dahl, Hjalti Mohr Jacobsen og Rói Agnarsson.

Málið er ikki bara at klára seg væl á Oyggjaleikunum, men at fáa tennis á breddan aftur í Føroyum.

- Hetta er ein byrjan. Nú er meiningin, at vit skulu verða støðugt við á Oyggjaleikunum í framtíðini, sigur Pætur M. Dahl, tá oyggjaleikablaðið fekk orðið á hann.


Tær fimm tennisstjørnurnar


Tennislandsliðið er mannað av fimm monnum, sum eru í alt kalla øllum aldri.

- Jón Brekku og Martin Nolsøe Simonsen eru gomlu rotturnar í føroyskum tennihøpi, sigur Pætur M. Dahl eitt sindur skemtandi.

Millum annað hevur Martin Simonsen verið við til Oyggjaleikirnar fýra ferðir. Umframt Pætur sjálvan, so er tvey nýggja nøvn við. Talan er um 27 ára gamla Hjalta Mohr Jacobsen og 21 ára gamla Róa Agnarsson.

- Hjalti hevur ongantíð verið við fyrr. Rói hevur verið á Oyggjaleikunum tvær ferðir fyrr, men sum borðtennisspælari. So hann hevur skift ítróttargrein, sigur Pætur M. Dahl.


“AB móti Spania”


Tennis í Føroyum hevur ikki ment seg í longri tíð, og tí er eisini ivasamt við møguleikunum fyri at koma víðari.

- Hetta er ikki sum føroyska fótbóltslandsliðið, tá teir spæla móti Týsklandi. Munurin er størri. Kanska um AB spældi móti Spania, sigur Pætur M. Dahl og leggur afturat.

- Tennis í Føroyum er ein ítróttargrein, har tú hugnar tær og tí kemur familja og arbeiða altíð áðrenn. Vit skulu spæla móti monnum, ið hava roynt seg bæði sum yrkisspælarar í fullatíð og hálva tíð, sigur Pætur.

Í einmansleiki skal ongin av føroysku spælarunum møta einum styrkismettum spælara, men í liðkappingini skal Føroyar spæla móti Menorka, sum er styrkismet sum nummar tvey. Síðani skal føroyska liðið spæla tveir dystir afturat fyri at staðfesta hvat nummar Føroyar blíva.

- Eg verið nøgdur um vit fáa ein spælara víðari í einmansleiki og vinna ein dyst í liðkappingin, sigur Pætur M. Dahl at enda.

Tað eru átta lond, sum hava tilmeldað tennis til Oyggjaleikirnar á Bermuda.


Tennis

Rói Agnarsson

Jón Brekku

Pætur M. Dahl

Hjalti Mohr Jacobsen

Martin Nolsøe Simonsen