AB longt við fimm leikarar

Millum teirra eru tveir av avgjørdu profilunum á liðnum.

AB er farið í holt við at brynja seg til næsta kappingarár, og í hesum sambandi hevur felagið longt um sáttmálan við fleiri leikarar. FC Argir boðar nevniliga í kvøld frá, at sáttmálar eru skrivaðir við fimm leikarar fyri komandi kappingarár.


Leikararnir, ið talan er um, eru Heðin Stenberg, Áki Dahl, Jørgen Meinhardsson, Jónas Stenberg og Sørin Samuelsen. Serliga eru tað brøðurnir Heðin og Jónas, ið ávikavist eru fyrsti málverji og liðskipari, sum hava verið profilar á liðnum í ár.


AB liggur væl fyri á 8. plássi við 10 stigum til nærmasta eltaran. Alt bendir tískil á, at AB aftur verður at síggja í Effodeildini næsta ár, og felagið boðar á heimasíðuni frá, at fleiri sáttmálar helst verða longdir komandi dagarnar.