AB liggur til at vinna gentudeildina

Leygardagin verður seinasta umfar í finalubólkinum í gentudeildini spælt. Gentudeildin er fyri spælarar í aldrinum frá 14 til 17 ár. Undan seinasta umfarinum er tað AB, sum liggur best fyri. AB hevur ongan dyst tapt í sínum fimm dystum í meistarabólkum, og leygardagin kunnu tær tryggja sær føroymeistaraheitið í dystinum ímóti VB/Sumba, sum einki stig hevrur fingið í sínum fimm dystum.
NSÍ liggur næstfremst, men hóast tær vinna sín seinasta dyst, sum er ímóti Skála, er lítið sannlíkt, at tað røkkur til gull. Kravið er í øllum førum, at AB snávar í dystinum í Vági.
 
Gentudeildin
 meistarabólkur
1. AB      5               8-5               11
2. NSÍ     5               10-13           10
3. Skála   5               6-6               7
4. VB/S   5               3-25               0
 
Seinasta umfar
16/9 VB/Sumba-AB
16/9 Skála-NSÍ