AB leitar framvegis eftir málinum

Jan Ó. Ellingsgaard var tvífaldur málskjútti, tá ið fuglfirðingar vunnu 3-0 á Argjum

Fyri einari viku síðani gjørdi Skála sjálvmál, tá ið AB tapti 3-1 á Skála. Tað var fyrsta málið á AB kontuni í VFF kappingini.

Í dag hevði AB vitjan av ÍF, og heldur ikki í dag eydnaðist tað AB at skora.

ÍF vann 3-0. Eftir fyrra hálvleik var støðan 2-0. Liðformaðurin og miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard skoraði bæði ÍF málini í fyrra hálvleiki. Tað var, tá ið hálvur tími var farin og í 36. minutti. Í báðum førum var tað miðvallarin Sámal Joensen, sum átti næstsíðsta fótin á.

Miðvallarin Karl Løkin staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu 17 minuttir.

Milos Budakovic var fyri fyrstu ferð í ÍF málinum.