AB leitar eftir venjara í felagnum

AB skal hava nýtt venjaratoymi og leitað verður í felagnum

Tað er líkt til, at nýggja loysnin hjá AB á venjarabonkinum verður funnin í felagnum. Nøvn sum Eli Hentze hava verið sett í samband við AB,  men tað tykist meiri sannlíkt, at tað verður inni í felagnum at loysnin verður funnin.

 

Oddbjørn Joensen hevur verið hjálparvenjari, men hevur royndir sum høvðusvenjari, og stóð á odda fyri HB farna kappingarár, tá teir vunnu FM. Hann er tí eitt upplagt evni til nýggjan høvðusvenjara.

 

Ein møguligur hjálparvenjari kundi verið Morten Overgaard, sum í fjør var millum týdningarmiklastu spælararnar hjá felagnum. Miðverjin er illa plágaður av skaðum og tað er óvist um hann spælir aftur fyribils.

 

Hann hevur leiðara evni. Tað hevur hann víst í leiklutinum sum miðverji farnu árini. Hann er eitt gott boð upp á ein hjálparvenjara.

 

Oddbjørn Joensen verður fyribils høvðusvenjari hesa vikuna.