AB leingir við fýra leikarar

AB hevur í kvøld longt um sáttmálarnar hjá heili fýra leikarum.

Í síðstu viku boðaði AB frá, at tað verður Trygvi Mortensen, sum tekur við sum venjari eftir Sámal Erik Hentze, sum er farin til Víking. Í kvøld hevur aftur verið gongd í blekkinum á Argjum.


AB boðar á heimsíðu síni í kvøld frá, at sáttmálarnir hjá fýra av núverandi leikarunum eru longdir. Talan er um Sørin Samuelsen, Gert Drangastein og Stenberg-brøðurnar, Heðin og Jónas.


Sáttmálarnir við teir fýra eru galdandi í tvey ár.