AB leigar tveir spælarar afturat frá HB

Argjamenn hava nú leigað fýra spælarar frá HB til restina av kappingarárinum

AB hevur í dag leigað tveir spælarar afturat frá HB. Talan er um Leivur Guttesen og Gilla Róason. AB hevur nú leigað fýra spælarar frá HB. Umframt Leiv Guttesen og Gilla Róason, so er talan um Dánjal Reginsson og Ára Arge. Tórur Frankson hevur eisini verið upp á tal, men hann verður verandi í HB.

Leivur Guttesen og Ári Arge eru júst komnir aftur til barndómsfelagið, eftir at hava spælt niðri Leivur Guttesen hevur saman við Øssuri Dalbúð verið upp á tal til EB/Streym, men báðir takkaðu nei. Leivur Guttesen valdi AB, meðan Øssur Dalbúð velur at taka dystin upp við Mikkel Dahl og Hilmar Leon Jakobsen í álopinum hjá HB.

Ein maður, sum hevur sagt ja til EB/Streym er Bárður Olsen, skrivar bolt.fo. Hann er uppvaksin í felagnum, men hevur ikki spælt við EB/Streymi síðani 2011.

Betri deildin menn 13. umfar:

Mánadagin 27. juli

NSÍ-KÍ (18.30) Beinleiðis á FM1

Skála-EB/Streymur (19.00)

AB-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1

Týsdagin 28. juli

HB-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

Mikudagin 29. juli

B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1