B36 og Argja Bóltfelag hava í dag gjørt avtalu um, at Árni Guldborg Nielsen fram til summar spælur vid Argja Bóltfelag.
Talan er um leigusáttmála, id er galdandi fram til summar. Árni G. Nielsen spældi í fjør við í 12 dystum hjá meistaraliðnum, men bara eina ferð byrjaði hann inni. Tí tykist, at hann við at fara til AB kann fáa meiri spæltíð.
AB hevur í løtuni trupult við at manna miðvøllin, men gjørdi fyri kortum avtalu við Bárður Olsen, sum annars hevði verið í Runavík og vant. Árni G. Nielsen er 22 ára gamal.










