AB kvinnurnar eru í steypafinaluni

AB-kvinnurnar tóku ímóti Skála í tí seinnu hálvfinaluni í steypakappingini í dag. AB hevði eina 2-0 leiðslu frá tí fyrra dystinum, og tað eydnaðist eisini argjakvinnum at vinna tað seinnu hálvfinaluna eisini. Úrslitið varð 1-0 til AB. Sigursmálið skoraði Elin Maria Isaksen, tá 55 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Hóskvøldið 4. august verður AB so annað liðið, sum spælir steypafinalu á summarfestivalinum í Klaksvík.