AB kontraði okkum niður

Høgri bakkur hjá NSÍ, Jónhard Frederiksberg, ásannaði eftir dystin á Argjum leygardagin, at AB hevði sigurin uppibornan:

– Vit ætlaðu okkum trý stig í dag, men argjamenn vóru grammari og vunnu uppiborið. Teir vildu meira enn vit, samstundis sum vit fingu ikki spælið hjá okkum at koyra í dag, segði Jónhard.

– Teir lógu teir afturi og bíðaðu, meðan tað enn var 1-1, men dugdu væl at fáa burturúr, tá teir komu fram. Vit mugu bara ásanna, at teir kontraðu okkum niður.