AB kann taka stórt fet móti bestu deildini

Sunnudagin spæla AB og LÍF avgerandi dyst í toppinum í næstbestu deildini. AB kann við sigri taka seg sjey stig fram um LÍF


AB og LÍF spæla ein veruliga seks-stig-dyst á Argjum sunnudagin. Liðini kappast um at sleppa upp í Formuladeildina, og dysturin sunnudagin kann vera avgerandi í hesari kapping.
Í løtuni liggur B71 fremst við 48 stigum, meðan AB er næstfremst við 46 stigum. LÍF liggur nummar trý við 42 stigum, og teir skulu fram millum tvey tey fremstu feløgini, um uppflytingin skal gerast veruleiki.
Tí standa týdningarmikil stig upp á spæl, tá ið AB og LÍF bresta saman sunnudagin. Vinnur AB dystin, fer liðið eitt góða leiðslu upp á sjey stig til LÍF. Klára leirvíkingar hinvegin at vinna, so er rættiligur spenningur komin íaftur, tí so verður bert eitt stig á muni millum liðini.
- Vit verða noyddir at vinna dystin, um vit skulu gera okkum galdandi. Vit skulu spæla stabilt, og tað er týdningarmikið, at vit spæla soleiðis, sum vit gjørdu fyrr í kappingarárinum, sigur Andrias Lava Olsen, álopsspælari, við heimasíðuna hjá LÍF.
B71, sum liggur best fyri, skal sunnudagin, skal spæla ímóti HB í Havn, meðan TB, sum er fjórði kandidaturin til uppflyting, fær vitjan av KÍ.