(Sjónbandabrot) Argja Bóltfelag hevur kært reyða kortið, sum liðskiparin, Jónas Stenberg, fekk í dystinum móti KÍ í gjár.
AB og KÍ spældu í gjár javnleik 1-1 í Effo-deildini. Mest umtalaða hendingin fór fram tíggju minuttir fyri hálvleik, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki og gav Jónas Stenberg reytt kort.
Sjónbandaupptøkur vísa greitt, at talan ikki er um brotsspark og tí hevur AB sambært Sjúrði Olsen, formanni í FC Argjum, valt at kæra reyða kortið. Reyða kortið inniber millum annað, at Jónas Stenberg má sita yvir komandi vikuskiftið, tá TB kemur á vitjan.
Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini, vil ikki gera viðmerkingar til málið, so leingi kæran ikki er viðgjørd í nevndini.
Tað er tó lítið sannlíkt, at argjamenn fáa nakað burtur úr at kæra. Fótbóltssamband Føroya hevur fyri nøkrum áðrum síðani gjørt greitt, at sjónbandamyndir ikki verða brúktar til at viðgera dømingar hjá dómaranum. Bara í heilt serligum tilfeldum verða sjónbandamyndir nýttar sum prógv.
Tað er enn ongantíð hent, at FSF hevur tikið aftur eitt reytt kort, sum dómarin hevur givið í einum dysti. Tí er ósannlíkt, at AB fær nakað stórvegis brutur úr kæruni.
Upptøkur frá dystinum og umtalaðu støðuni kunnu síggjast HER.
(Upptøkur og klipping - Jóhan Thomsen)
Mynd: Skermynd av løtuni, tá Jónas Stenberg fær reytt kort.