AB hevur vunnið 10 stig fýra tær seinastu ferðirnar

1. DEILD: Í kvøld tóku argjamenn við heimasigri ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ seg uppaftur nærri uppflytingarplássi

16 ára gamli Sjúrður Henriksen skoraði lítla løtu eftir, at hann varð skiftur inn, 3-1 málið, tá ið AB á heimavølli vann 3-2 ímóti NSÍ Mynd: AB

Í fjør flutti AB niður úr bestu deildini, og í ár ætla argjamenn sær at flyta aftur upp í bestu deildini.

 

Eftir 3-2 heimasigur í kvøld ímóti NSÍ, er AB á fjórða plássi, men tað eru bara tvey stig fram til silvurplássi hjá Víkingi og eitt stig fram til bronsuplássið hjá B36. Hvørki Víkingur ella B36 hava møguleika at flyta upp. Víkingur, B36 og toppliðið FC Suðuroy, sum hevur 33 stig, hava spælt 17 dystir, meðan AB í kvøld spældi 18. dystin.

 

AB gongdin hevur verið góð seinastu ferðirnar. Fýra tey síðstu umførini hevur úrtøkan verið 10 stig.

 

Ímóti NSÍ í kvøld var AB frammanfyri bæði 2-0 og 3-1, og tað var ongantíð rættiliga spennandi, tí NSÍ skoraði 3-2 málið, tá ið stóripinnur hevði verið fýra ferðir, eftir at vanliga leiktíðin var farin.

 

NSÍ málskjútti bæði til 2-1 og 3-2 var ganesiski Daniel Adel, sum var skiftur inn í 66. minutti, og skoraði 2-1 málið í 71. minutti. Hetta vóru fyrstu málini hjá Daniel Adel í næstbestu deildini.

 

Fyrri hálvleikur var málleysur.

 

Gunnar Reynslág setti hol á fyri AB í 54. minutti við stútara eftir hornaspark frá Beiniri Ellefsen. Hetta var aðru ferð í ár, at 19 ára gamli Gunnar Reynslág var AB málskjútti í ár.

 

Níggju minuttir seinni økti Marley Blair um AB leiðsluna til 2-0. Hann hevur nú skorað 10 mál og er saman við Fríða Holm hjá FC Suðuroy toppskjútti í deildini. Uppleggið átti Dánjal Danielsen.

 

Fimm minuttir seinni økti Sjúrður Henriksen um munin til 3-1, tá ið hann sneiddi inn úr vinstru og setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Sjúrður var málskjútti í 1. deild. Hann var í 63. minutti fyri triðju ferð skiftur inn á AB liðið í 1. deild.   

 

Næsti AB dysturin verður leygardagin 17. august á útivølli ímóti B36. Næsti dysturin hjá NSÍ verður 17. august, tá ið B71 verður gestur í Runavík

 

Hinir dystirnir í 18. umfari:

 

Leygardagin 10. august

 

HB – FC Suðuroy: Rani A. Skaalum kl. 13.00

 

Sunnudagin 11. august

 

KÍ – Víkingur: Alex Troleis kl. 17.30

 

FC Hoyvík – B71: Árni Brandsson Petersen kl. 16.00

 

TB – B36: Høgni Madsen kl. 15.00

 

 

 

FC Suðuroy17962372333
Víkingur171025402432
B3617872362231
AB18864361730
TB17683251526
B7117746242225
NSÍ18567273421
174310173215
FC Hoyvík173311133812
HB17231219479

16 ára gamli Sjúrður Henriksen skoraði lítla løtu eftir, at hann varð skiftur inn, 3-1 málið, tá ið AB á heimavølli vann 3-2 ímóti NSÍ Mynd: AB