AB hevur vunnið í Vági

Argjamenn fara nú av Vágseiði við øllum trimum stigunum. Úrslitið var 2-1 til AB. Sigursmálið skoraði Jóhan Ellingsgaard, tá ið ein lítil løta var eftir.

Jóhan Ellingsgaard er í summar fluttur úr B36 og út á Argir.

VB/Sumba tykist vera fokið úr Formula deildini, og teir í AB halda seg hava fingið nýggjan møguleika fyri sunnudagsfótbólti næsta ár.