AB hevur vunnið seg á talvuna

Hvørki av liðunum megnaði at skjóta mál, tá ið Víkingur í kvøld vitjaði á Argjum

Tað endaði málleyst, tá ið Víkingur í kvøld var gestur í Vika á Argjum. At undirtippaðu argjamenninir komu á talvuna eru teir sjálvsagt nøgdir við, meðan tað ivaleyst kennist sum eitt vónbrot hjá Víkingi, at tað ikki eydnaðist at fáa hol á.

Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgi, og fyrsta lítla korterið megnaði AB at spæla seg til fleiri góðar støður.

So fótaði Víkingur sær, men eftir steðgin var svaraði AB aftur. Tað var ikki fyrr enn síðstu løtuna, at Víkingur í fleiri førum var í góðum støðum. Samstundis var AB ikki lítið vandamikið í fleiri mótálopum.

Hugburðurin var góður, men tað gekk ofta illa at mynda flótandi samanspæl í umstøðum, sum vóru væl betri, enn tað kundi roknast við út frá veðurforsøgnini ígjár.

Gunnar Vatnhamar var ikki á Víkinga liðnum, har bróður hansara Sølvi var á verjukendum miðvallarplássi saman við Boga Reinert Petersen.

Hjá AB hevur Silas Eyðsteinsson vunnið kappingina um plássið millum stólparnar.

 

AB – Víkingur 0-0