AB hevur vunnið fyri fyrstu ferð í ár

Í kvøld hevur AB vunnið 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað eydnaðist argjamonnum at vinna fulla úrtøku.

Einasta málið skoraði Tehe Aristide, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Alex Mellemgaard legði frísparksinnlegg úr høgru og til nærra stólpan, har miðverjin stakk seg upp og við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

AB sigurin ber við sær, at AB nú hevur seks stig, ið er sama stigatal, sum B71 og FC Suðuroy hava. B71, sum hevur málmunin -10, er aftast, AB hevur málmunin -8, og FC Suðuroy hevur málmunin -7.

 

AB-FC Suðuroy 1-0 (0-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Tehe Aristide 71.

AB: Heðin Stenberg - Mortan úr Hørg, Gunnar Haraldsen, Tehe Aristide, Alex Mellemgaard -Kenneth Jacobsen (Sjúrður Ellefsen, 90.), Evrard Blé, Jobin Drangastein, John Hansen (Dion Splidt, 71.) - Nikolaj Eriksen - Stig Roar Søbstad (Jákup Dam, 87.)

Gult kort: Mortan úr Hørg

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma ? Karl Lisberg (Dan Djurhuus, 46.), Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Teitur Tausen ? Martin Tausen, Palli Augustinussen, Kári í Lágabø, Mamuka - Obi Charles - Jón Krosslá Poulsen