AB hevur vunnið á B36

B36 er á veg yvir aftur á eystara áarbakka ongul í reyv. AB vann heimadystin ímóti B36 2-1, eftir at tað í steðginum hevði verið málleyst.

Sylla legði B36 framum í 67. minutti, men lítla løtu seinni javnaði unglingaspælarin Rógvi Poulsen fyri AB.

Í yvirtíðini bríkslaði dómarin fyri brotssparki til AB. Verjuspælarin og fyrrverandi B36 spælarin, Fróði Clementsen, sendi bóltin í málið, og tað bar við sær, at AB vann 2-1.