AB hevur stóra favorittstøðu móti EB/Streymi 2

Útsetti dysturin verður leiktur í kvøld klokkan 19

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 19 byrjar útsetti dysturin í 1. deild millum AB og EB/Streym 2. Dysturin verður leiktur inni í Vika á Argjum.

 

AB er triðfremst í deildini við 20 stigum. EB/Streymur 2 hevur 12 stig á sætta plássinum.

 

AB hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 1,10 og 1,16.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 8,00.

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 9,00 og 15,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd