AB kvinnurnar hava í dag skrivað steypasøgu. Tær hava vunnið 2-1 á KÍ, eftir at tær í 1. hálvleiki høvdu verið á odda 1-0.
Mona Breckmann legði AB á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin trýsti KÍ nógv. Tað eydnaðist at javna, og soleiðis sum leikur fór, so var tað nógv, sum bendi á, at kvinnurnar úr Klaksvík skuldu vinna.
Men so skoraði Mona Breckmann eina ferð aftrat, og hóast KÍ síðstu løtuna legði støðugt trýst á AB málið, so eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Ikki minst tí Simona Heinesen var sannur brandur í AB málinum.